Eitt rationelt átak at siga NEI

bannari
Eitt rationelt átak at siga NEI
Pál Weihe, lækni og avvarðandi, tosar um tvístøðuna millum at avbyrgja fyri verja móti smittuni, og samstundis taka burtur av lívsinnihaldinum
Pál Weihe, serlækni og nærmasti avvarðandi, tosar um tvístøðuna millum at avbyrgja fyri at verja móti corona-smittuni og samstundis taka burtur av lívsinnihaldi.
16.03.2020 - 21:25

Vit kenna Pál Weihe sum serlækna og fakmann á heilsuøkinum. Men hann er eisini nærmasti avvarðandi í aktuella problematikkinum, har eldri og veik fólk á ellis- og øðrum heimum eru avbyrgd frá vitjan. Tí konan Sára býr á Vallalíð í Havn.

-Eg kendi tað, sum varð hon tikin enn meira frá mær, men tað vóru kenslurnar, ið talaðu. Tá eg seinni fór at hugsa rationelt, skilti eg avgerðina hjá myndugleikunum, sigur Pál Weihe um avgerðina hjá myndugleikunum at nokta fyri vitjanum meðan corona-smittan herjar.

Í samrøðuni við Pál Weihe tosa vit um hesa tvístøðu og um til ber at finna eina javnvág millum smittuvandan øðrumegin og persónliga sambandið við nærmastu avvarðandi hinumegin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426