Asfaltverkið strikað í partafelagsskránni

Asfaltverkið strikað í partafelagsskránni
Ein mánað eftir, at Landsverk keypti asfaltverkið á Sundi, fór felagið í sjálvbodna likvidatión.
Likvidatiónin av Asfaltverkinum er nú endað
 
26.03.2020 - 09:39

Partafelagið Asfaltverkið varð í vikuni strikað í partafelagsskránni.

Felagið fór í sjálvbodna likvidatíon í mai í fjør. Og likvidatiónin er nú endað.

P/f Asfaltverkið var nógv í fjølmiðlunum í fjør, tí fyrst leigaði Landsverk asfaltverkið á Sundi frá felagnum, og síðani keypti Landsverk verkið.  

Samskiftið við Landsverk setti stóran dám á roknskapin hjá Asfaltverkinum.

Ein mánað eftir, at Landsverk keypti asfaltverkið á Sundi, fór felagið í sjálvbodna likvidatión.

Stórt avlop

Frá 2005 og fram til fyrstu leiguavtaluna við Landsverk í 2016, hevði felagið millum 1,7 og 4,8 milliónir krónur í yvirskoti. 

Í 2016, tá avtalan varð gjørd við Landsverk, var úrslitið 11,7 milliónir krónur, og átta milliónir vórðu goldnar í vinningsbýti. 

Í 2017 og 2018 var yvirskotið beint omanfyri tríggjar milliónir krónur, sum fyrst og fremst komu frá leiguni til Landsverk.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655