Kvinna eisini varðhaldsfongslað

Kvinna eisini varðhaldsfongslað
Ein kvinna er nú eisini varðhaldsfongslað fyri kynsligan ágang móti dóttur sínari. Ein maður varð varðhaldsfongslaður fríggjadagin
 
30.03.2020 - 09:39

Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað eina kvinnu í tríatiárunum í 11 dagar fyri millum annað at vera við til at fremja kynsligan yvirgang móti dóttur sínari, boðar ákæruvaldið frá á Twitter leygardagin.

Fríggjadagin varðhaldsfongslaði Føroya rættur ein 41 ára gamlan mann í 12 dagar. Maðurin er skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við fosturdóttur sína.

Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum. Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal vera byrjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815