SEV fer at hava tvey sveimandi orkuverk

SEV fer at hava tvey sveimandi orkuverk
Umhvørvisstovan hevur góðkent verkætlanina hjá Sev um sjóvarfalsverk í Vestmannasundi
 
01.04.2020 - 10:54

Tey vera á 50 til 60 metra dýpi. 

Verkini, sum eru sniðgivin sum drekar, verða tjóðrað í botnin. Tey sveima á 20 til 40 metra dýpi, tá streymur er, men hanga á átta metra dýpi á kyrrindum.

Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar 1,4 tons. Hvør dreki kann gera streym, sum svarar til nýtsluna hjá 120 til 160 sethúsum.

Sev hevur kannað, hvørja ávirkan verkini hava á náttúru og umhvørvi í Vestmannasundi. Hesa kanning hevur Umhvørvisstovan nú góðkent.

Hon krevur, at Sev kannar, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi tey tvey árini, royndin varar.   

Góðkenningin kann kærast. Freistin er til 29.apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037