Demokratarnir útseta undanval

bannari
Demokratarnir útseta undanval
Avgerðin um tað verður Joe Biden ella Bernie Sanders, ið stilla upp ímóti Donald Trump á forsetavalinum í november, er útsett
 
03.04.2020 - 07:41

Demokratarnir útseta nú endaligu avgerðina um, hvørt tað verður Joe Biden ella Bernie Sanders, ið skal stilla upp ímóti Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í november, skrivar AFP.

Floksfundurin í Milwaukee í Wisconsin, har forsetavalevnið endaliga skal veljast, er útsettur frá 13. juli til 17. august, orsakað av koronaútbrotinum.

Joe Biden, sum stendur til at vinna uppstillingina hjá Demokratunum, hevur sagt, at stórar fólkamongdir eiga ikki at koma saman, meðan koronavirusið ger um seg.

USA flest smittað í heiminum

– Í løtuni er støðan óviss, og tí halda vit, at tað er skilagott at taka okkum tíð til at meta um støðuna, so flokkurin kann halda ein tryggan og góðan fund, sigur Joe Solmonese, sum er formaður í nevndini, sum skipar fyri floksfundinum.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur flest smittað í løtuni. Meir enn 200.000 eru smittað tilsamans. 

Meir enn 5.000 fólk eru deyð í USA av koronavirusinum, og stjórnin metir, at endaliga deyðatalið fer at liggja onkustaðni millum 100 og 200.000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328