Lítið av toski á landgrunninum

Lítið av toski á landgrunninum
Havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heinason, er júst afturkomið av árligu vár-yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum
Kelda: Savnsmynd
 
04.04.2020 - 15:15

Nógv hýsa, men ikki nógvur toskur. Soleiðis var støðan á føroyska landgrunninum, sambært Havstovuni.

Manningin umborð á Magnusi Heinasyni fekk nógva hýsu í trolið á landgrunninum, men nøgdin á toski var munandi minni enn um sama tíðarskeið í fjør. Ein orsøk til hetta kann vera, at toskurin var seinur á veg til gýting, og tí ikki hevði savnað seg enn á vanligu gýtingarøkjunum. Tað sigur Havstovan.

Toskurin, sum kom í trolið hjá Magnusi Heinasyni, var somuleiðis sera rak í mun til onnur ár. Helst tí at lítið av nebbasild hevur verið í longri tíð.

Havstovan gjørdi eisini vár-yvirlitstrolingar á Føroyabanka í mars mánaði. Tær bendu á, at har var toskurin við at koma fyri seg aftur. Søguliga lítil toskur hevur annars verið á Føroyabanka síðani 2006. Tí varð Føroyabanki friðaður fyri fiskiskap í 2009.  

Tað er ein jalig gongd, at meira av toski aftur sæst á Føroyabanka, men Havstovan sigur, at fleiri kanningar skulu til áðrenn Føroyabanki verður latin uppaftur til fiskiskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391