Fýra dótturfeløg á húsagang

bannari
Fýra dótturfeløg á húsagang
Dótturfeløgini undir lágprísflogfelagnum, Norwegian, í Danmark og Svøríki verða koyrd á húsagang sum avleiðing av koronu-kreppuni
 
20.04.2020 - 16:22

- Hetta er ringasta kreppan, sum flogvinnan nakrantíð hevur verið í, og vit hava gjørt alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan tí, sum nú hendir við okkara dótturfeløgum í Svøríki og Danmark.

Tað sigur Jacob Schram, stjóri í Norwegian-samtakinum í einum tíðindaskrivi, skrivar dr.dk. 

1.571 flogskiparar og 3.134 flogternur missa síni størv. 

Starvsfólkini, sum verða rakt, arbeiða í Svøríki, Danmark, Finnlandi, Spania, Stóra Bretlandi og USA. Móðurfelagið, Norwegian, fer ikki á húsagang.

Norska flogfelagið hevur leingi havt stórar fíggjarligar trupulleikar, sum eru vaksnir undir koronu-kreppuni. Felagið skyldar umleið 60 milliardir norskar krónur.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786