11 verkætlanir um koronagransking

bannari
11 verkætlanir um koronagransking
Nýggjasta ætlanin er at granska búskaparligu avleiðingarnar í fiskivinnuni og alivinnuni
 
27.04.2020 - 15:47

11 granskingarverkætlanir hava nú fingið stuðul frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá vinnufyritøkum í Føroyum til at granska Covid-19.

Tann nýggjasta er um at granska búskaparligu avleiðingarnar, hvussu Covid-19 ávirkar fiskivinnuna og alivinnuna og, hvørjar avleiðingarnar eru fyri búskapin.

Unn Laksá, leiðari í nýstovnaða Sjókovanum, er verkætlanarleiðari. 

Stuðulin er góðar 190.000 kr.

Nú eru játtaðar 2.341.480 kr. í stuðli til granskingarverkætlanir um Covid-19.

Enn eru pengar eftir, tí tríggjar milliónir krónur eru at lata. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375