Kvívík fær fipurnet

Kvívík fær fipurnet
Tøknin verður kollvelt, og telefeløgini kunnu bjóða internetferð upp í 1000 megabit
 
06.05.2020 - 09:09

Nú verður gjørt klárt at leggja fipurkaðal inn til hvørt húsarhald í Kvívík. Hetta er ein liður í stóru verkætlanini hjá Net at leggja fipurnet kring alt landið

Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðara-fiprar, ið eru til støddar við eitt menniskjahár. 

Kvívík millum fyrstu bygdirnar

Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í eini sterkari plastikkrørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti og verður løgd inn til hvørt húsarhald.

Net sigur, at fipurnet fer at kollvelta internettøknina, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferð heilt upp í 1.000 megabit.

Fyribils hava býarpartar í Havn og bygdirnar Kolbeinagjógv og Morskranes fingið fipurnet. Sostatt er Kvívík millum tær fyrstu bygdirnar í Føroyum, sum fáa nýggju tøknina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210