Nú fara tey aftur at hoppa og renna

Nú fara tey aftur at hoppa og renna
Nú verður aftur skipað fyri kappingum í renning, lopi og kasti. Tríggjar Betri Stórkappingar verða í mai og juni
Kappast verður á Tórsbreyt leygardagin
 
06.05.2020 - 11:42

Leygardagin verður fyrsta kappingin av trimum stórkappingum í frælsum ítrótti. 

Kappast verður í renning, lopi og kasti, og allar kappingarnar verða á Tórsbreyt, skrivar fif.fo.

Tað er Bragdið, sum er vertur fyri ti fyrstu kappingini. 

Bæði børn og vaksin kunnu taka lut, og seinast freist at melda til kappingina er í kvøld.

Hinar báðar stórkappingarnar verða 23. mai og 13. juni. Hvirlan er vertur 23. mai, og Treystið og Roysnið eru vertir 13. juni. 

Samlaða eistaklingakappingin verður avgjørd eftir, hvør íðkari hevur mest stig eftir øll trý umførini.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037