Ósamd um prísin

Ósamd um prísin
Semja er ikki í býráðnum í Eysturkommunu um barnagarðin, sum skal byggjast við Gøtugjógv
Ósemja er um prísin á nýggja barnagarðinum, ið skal byggjast við Gøtugjógv
Mynd: Tilgjørd teldumynd/Eysturkommuna  
 
07.05.2020 - 09:54

Ósemja er um prísin fyri barnagarðin. Árni Jacobsen og Gudny Langgaard komu við einum broytingaruppskoti á býráðsfundinum í síðstu viku.

Tey siga, at tey taka ikki undir við at byggja barnagarð fyri 55 milliónir krónur, ella fyri 42.000 krónur fermeturin.

Teirra uppskot er at byggja fyri góðar 30 milliónir krónur, ella fyri 30.000 krónur fermeturin. Tey mæltu til at bjóða byggingina út av nýggjum.

Samlaði kostnaðurin smáar 54 milliónir

Jóhan Christiansen og Hanna Jensen atkvøddu fyri hesum uppskotinum. Men býráðið samtykti við fimm atkvøðum at taka av einum tilboði frá MT Højgaard, sum er lægsta tilboðið.

Tað er slakar 40 milliónir krónur. Men so kemur annar kostnaður afturat, so barnagarðurin fer at kosta góðar 53,8 milliónir krónur, tá er meirvirðisgjaldið talt við.

Barnagarðurin verður 1.300 fermetrar og har verður pláss fyri 112 børnum. Fyri trimum árum síðani varð barnagarðurin mettur at kosta 30 milliónir krónur.

Í 2018 samtykti býráðið, at barnagarðin skuldi í mesta lagi kosta 35 milliónir krónur við øllum. Ósbjørn Jacobsen arkitektar vunnu arkitektakappingina um barnagarðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928