Nógvar vígslur í 2019

Nógvar vígslur í 2019
Talið á fólki, sum vórðu vígd í Føroyum í fjør, var tað størsta, tað hevur verið í nógv ár
289 vígslur vóru í 2019. 195 av teimum vóru kirkjuligar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2020 - 08:24

Í fjør vóru 289 vígslur í Føroyum, og vit skulu heilt aftur til 2006 fyri at finna eitt tal, sum er størri enn tað í fjør. Í 2006 vóru 292 vígslur í Føroyum.

Av teimum 289 vígslunum, sum vóru í Føroyum í fjør, vóru 195 kirkjuligar vígslur og 94 av teimum vóru borgarligar, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Hinvegin vóru 75 hjúnaskilnaðir í Føroyum í fjør. Tað talið hevur ligið millum 52 og 92 hetta sama tíðarskeiðið aftur til 2006, sambært tølunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650