Eftirmeta eldraøkið

Eftirmeta eldraøkið
Eldralógin skal endurskoðast í ár, og tað verður hon, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
 
13.05.2020 - 06:36

– Eg havi tikið stig til, at arbeiðið við eftirmetingini fer í gongd nú og skal verða liðugt í hesum árinum.

Tað segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, tá hon helt røðu á altjóða sjúkrarøktardegnum í gjár.

Politiska viðgerð aftaná

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt verður endurskoðað saman við Kommunufelagnum og øðrum avvarðandi myndugleikum, hevur samgongan sett sær fyri.

Ætlanin við endurskoðanini er at vita, um lógin virkar soleiðis, sum ætlanin var, tá hon bleiv samtykt í 2014. Tá eftirmetingin er gjørd, skal hon hava politiska viðgerð.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði, at umframt myndugleikarnar skulu tey, sum arbeiða í heimatænastuni og í eldrarøktini, vera við í endurskoðanini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083