Føroyingar og grønlendingar ikki í sóttarhald

Føroyingar og grønlendingar ikki í sóttarhald
Íslendsku myndugleikarnir lata nú uppaftur fyri ferðafólki
Altjóða floghavnin í Keflavík
 
13.05.2020 - 08:52

Føroyar og Grønland fara av listanum í Íslandi við størstu vandaøkjunum viðvíkjandi koronu fríggjadagin 15.mai.

Fólk, sum koma úr Føroyum ella Grønlandi, skulu tí ikki í sóttarhald, tá tey koma til Íslands.

Tað varð upplýst á tíðindafundi hjá íslendsku stjórnini í gjár.

Øll onnur, sum koma til Íslands frá 15.juni, kunnu velja millum at fara í sóttarhald, verða potað á flogvøllinum í Keflavík, ella vísa prógv, sum íslendsku heilsumyndugleikarnir hava góðkent, at tey ikki eru smittað.

Eisini skulu tey hava appina, sum sigur, hvar tey eru og hava verið, um tað vísir seg, at tey eru smittað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334