Nógvur fótbóltur í dag

Nógvur fótbóltur í dag
Føroyameistarin, KÍ, skal royna at koma á stigatalvuna á útivølli móti TB í Betrideildini, meðan fult umfar er í næstbestu deildini
Ákoðarar sleppa til dystirnar i dag og í morgin
Mynd: Ólavur Wolles  
 
16.05.2020 - 11:16

KÍ vitjar TB við Stórá í dag.

Føroyameistarin tapti fyri viku síðani móti B36, og kann koma undir trýst mestsum frá byrjan, um tað ikki eydnast at fáa trý stig í dag. KÍ hevur ofta havt trupulleikar á Tvøroyri. Í fjør vann TB 1-0 á KÍ við Stórá. 

Viðhaldsfólk sleppa aftur til dyst við vøllin, og leikvøllurin við Stórá er býttur upp í fimm øki, har bólkar í ymsum støddum, tó í mesta lagi við 100 fólkum, skulu halda til. Eisini skal tilmælið um ein meturs frástøðu haldast.

Kringvarpið sigur frá dystinum í útvarpinum.

Fult umfar í 1. deild

Næstbesta deildin fer í gongd aftur í dag. 1. umfar varð spælt 7. mars - áðrenn mestsum allur ítrótturin varð steðgaður - og í dag er 2. umfar á skránni.

Dystirnir í dag eru hesir:

Betrideildin:
TB-KÍ (14:00) 

1. deild:
AB II - B36 II (13:00)
B68 - NSÍ II (15:00)
Víkingur II - 07 Vestur (15:00)
HB II - B71 (15:00)
KÍ II - FC Hoyvík (17:00)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595