Jupiter fingið loyvi

Jupiter fingið loyvi
Jupiter, sum er seldur úr Gøtu til Kollafjarðar, hevur fingið sítt fyrsta fiskiloyvi, síðani hann varð skrásettur í Kollafirði
 
19.05.2020 - 08:17

Jupiter hevur fingið av felagskvotuni av svartkjafti. Hann hevur, sum hini skipini, fingið 3.000 tons.

13 onnur uppsjóvarskip hava higartil fingið loyvi at fiska svartkjaftin, sum annars var ætlaður til vinnuligar royndir og verkætlanir. Kvotan er góð 41.000 tons.

Skipini fáa 3.000 tons hvørt, men talan er um felagskvotu. Skipini kunnu fiska svartkjaftin í føroyskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846