Kannar svik við hjálparpakkum í Danmark

bannari
Kannar svik við hjálparpakkum í Danmark
Danska bakmansløgreglan hevur fingið 20 fráboðanir um at møguligt svindil er framt fyri við almenna hjálparpakkanum fyri meira enn 7,1 mió. krónur
 
21.05.2020 - 17:23

Almenni hjálparpakkin skal hjálpa vinnulívinum gjøgnum koronukreppuna. Tað upplýsir ákæruvaldið í tíðindaskrivi.

Eisini verður upplýst, at løgreglan hevur lagt hald á 470.000 krónur.

Vilja fáa peningini aftur

Partur av fráboðaða svikinum kom undan kavi áðrenn partar av teimum sjey milliónunum vórðu útgoldnar.

- Tað hevur týdning, at stuðulsskipanir og hjálparpakkar, sum skulu hjálpa fyritøkum og lønmóttakarum, verða útgoldnir til tey røttu og ikki verða misbrúktir, - hvørki av skipaðum brotsmonnum ella svikarum. Vit arbeiða eisini miðvíst við at fáa peningin aftur, sum fólk við at svika hava fingið úr almenna pengakassanum, sigur løgreglustjórin, Thomas Anderskov Riis, í tíðindaskrivinum.

Danska Vinnustýrið og almenna Deildin fyri Hvítting siga, at 18 av teimum 20 fráboðanunum snúgva seg um møguligt svik við stuðulsskipanini fyri lønarískoyti. Ein fráboðan snýr seg um møguligt svik við fleiri stuðulsskipanum.

Peningastovnar lata upplýsingar

Umframt fráboðanirnar til bakmansløgregluna, hevur deildin fyri Hvítting fingið 133 upplýsingar frá donskum bankum, sum hava illgruna um svik í samband við hjálparpakkarnar.

- Donsku peningastovnarnir gera risastórt arbeiði og geva okkum virðismiklar upplýsingar, sum hava alstóran týdning fyri arbeiðið hjá myndugleikunum, sigur Thomas Anderskov Riis.

Í tíðindaskrivinum stendur einki um at skuldsetingar eru reistar í málunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418