Kommunala Eftirlitið átalar Klaksvíkar kommunu

Kommunala Eftirlitið átalar Klaksvíkar kommunu
Átalan er fyri leiklutin í samband við byggingina av Biskopstorgi. Men borgarstjórin er ikki samdur við Kommunala Eftirlitinum í øllum viðurskiftum
26.05.2020 - 19:39

Kommunala Eftirlitið hevur ta fatan, at Klaksvíkar Kommuna ikki skuldi havt ein so virknan leiklut í byggingini av Biskupstorgi.

Málið byrjar við, at Klaksvíkar kommuna, umvegis sjálvsognarstovnini Kráarbrekka, hevur latið byggja 30 íbúðir, umframt eina veghædd og ein kjallara.

Upprunaliga var meiningin, at Bústaðir skuldi fíggja og standa sum eigari av byggingini, men tað varð broytt til, at sjálvsognarstovnurin skuldi standa fyri byggingini.

Sambært frágreiðingini hjá kommunala eftirlitinum greiðir Klaksvíkar Kommuna tann 30. november Heilsu- og innlendismálaráðnum frá, at kommunan ætlar at leiga veghæddina frá sjálvsognarstovninum fyri síðani at leiga feløgunum og fyritøkum hana.

Tær ætlanirnar broytast, og í eini frágreiðing tann 11. mars hevur Klaksvíkar Kommuna greitt frá, at 28. februar samtykkir kommunan at keypa veghæddina og kjallaran frá sjálvsognarstovninum.

Kostnaðurin er mettur at vera 25 milliónir krónir. Kommunan hevur nú ætlanir um, at Kunningarstovan skal flyta inn á veghæddina, og yvirskotskapasiteturin skal leigast út til vinnuligt virksemi. 

Kommunala Eftirlitið heldur ikki, at kommunan, umvegis sjálvsognarstovnin, hevur havt heimild til byggja íbúðir. Skal kommunan byggja íbúðir, so skal tað hava ein kommunalan áhuga og er almannagagnligt .

"Sambært vanligum kommunurætti er tað vanliga heldur ikki ein kommunal uppgáva at útvega, eiga og reka fastognir, skrivar Kommunala Eftirlitið.

Men borgarstjórin í Klaksvík, Jógavn Skorheim, tekur ikki undir við øllum átalunum frá Kommunala Eftirlitinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375