Triði pakkin ikki komin í løgtingið enn

Triði pakkin ikki komin í løgtingið enn
Men ætlanin er at fáa tingið at avgreiða hann í hesari vikuni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur, at hjálparpakki 3 verður avgreiddur nú í vikuni.
 
01.06.2020 - 15:52

Hjálparpakki 3 verður borin tingið í morgin ella mikudagin, og ætlanin er at fáa tingið at avgreiða hann í hesari vikuni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Sambært reglunum skal løgtingsumsitingin hava trý samdøgur at eftirkanna mál, sum verða borin í tingið, áðrenn tey verða løgd fram, men tíðin kann verða styttri, um málini eru liðugt kannað, áðrenn freistin er úti.

Skal hjálparpakki 3 avgreiðast í hesi vikuni, verður helst neyðugt at gera frávik frá tíðarfreistunum í tinginum, tí fríggjdagin er grundlógardagur, og tá verður eingin tingfundur.

Sambært hjálparpakkanum, sum Vinnumálaráðið fer at leggja fram, kunnu ferðavinnufyritøkur fáa endurgjald fyri ein part av føstum útreiðslum, t.d. húsaleigu, el, hita, fjarskifti, rentur, avskrivingar og trygging.

Skipanin fevnir um fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av umsetninginum. 

Í mesta lagi 10 milliónir

Útgjaldið fyri hvørja fyritøku og samtak er í mesta lagi 10 milliónir krónur, frá 12. mars til 30. juni í ár.

Skipanin verður mett at kosta millum 30 og 40 milliónir kr. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru nøkulunda tær somu sum í hjálparpakka 2. 

Er avlop, skal tað rindast aftur, og einki vinningsbýti skal gjaldast út í ár, næsta ár og í 2022, sigur Vinnumálaráðið.

Framtaksgrunnurin er við

Harumframt bindur Framtaksgrunnurin seg til at brúka 30 milliónir kr. í ár og næsta ár sum váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur. 

Landið eigur 30 milliónir kr. til góðar í Framtaksgrunnin, men upphæddin verður avskrivað.

Letur Framtak t.d. ábyrgdar- og ella eginpening sambandi við lánsfígging til ferðavinnufyritøkur, kann peningastovnur t.d. veita 75 prosent, eigarin 12,5 prosent og Framtak 12,5 prosent.

Eitt annað hugsað dømi er, at peningastovnurin veitir 75 prosent og Framtak 25 prosent.

Flestu málini avgreidd 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at nú líður tingarbeiðnum so mikið væl, at bara eini 2-3 álit eru eftir at koma úr nevnd.

Hann sigur, at møguleiki er fyri, at tingið fer til hús hósdagin, ella kanska fyrst í næstu viku. Fríggjadagin er grundlógardagur, og tá verður eingin tingfundur. 

Eru mál framvegis eftir at avgreiða, ber til at hava tingfund aftur seinni, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV