Verður skipað í embætið sunnudagin

Verður skipað í embætið sunnudagin
Korona gjørdi, at tað hevur drigið út at innseta Anne Mette G. Klemensen í embætið sum sóknarprest í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi
Anne Mette G. Klemensen verður nýggjur sóknarprestur í Suðurstreyomyar eystara prestagjaldi
 
02.06.2020 - 10:27

Sunnudagin 7. juni skipar dómprósturin Anne Mette G. Klemensen, sóknarprest, í embætið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, skrivar heimasíðan hjá fóllkakirkjuni.

Kirkjuráðini i prestagjaldinum – Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja – innstillaðu Anne Mette G. Klemensen til embætið. Hon tók við embætinum 1. apríl.

Ætlanin var, at Anne Mette G. Klemensen skuldi skipast í embætið 19. apríl, men ymsar broytingar at savnast í kirkjunum, í sambandi við koronu-sóttina høvdu við sær, at innsetingin varð útsett.

Anne Mette Greve Klemensen hevur veriå prestur í Fuglafirði síðani í januar 2011.

Nú verður hon skipað í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og í Nólsoyar kirkju.

Gerhard til Fuglafjarðar

Gerhard Jónsson Mikkelsen er settur í starvið sum  prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hann hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Danmark síðani á vári 2014.

Gerhard Jónsson Mikkelsen skal eftir ætlan byrja í starvinum í september, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

Tvær umsóknir vóru til starvið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. 

Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir, Elduvík, Leirvík og Fuglafjørður.  Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum, á Hellunum og í Funningsfirði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111