Politisk avgerð at steingja Danmark

bannari
Politisk avgerð at steingja Danmark
Tað var danska stjórnin, ið einsamall tók avgerðina, tá landið mest sum varð stongt í mars
 
10.06.2020 - 07:43

Tað var stjórnin við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á odda, ið einsamøll tók avgerðina um steingja partar av danska samfelagnum tá koronafarsóttin tók seg upp. 

Tað staðfesti forsætisráðharrin, tá hon í gjár var kallað í samráð í Fólkatinginum um avgerðina, at steingja partar av danska samfelagnum. 

– Vit fáa ráðgeving og tilmælir um, hvussu tamarhald kann fáast á støðuni. Men avgerðin um, hvussu og hvussu nógv skal steingjast er ein politisk avgerð, segði Mette Frederiksen, sambært Ritzau.

Einki skrivligt grundarlag fyri avgerðini

Mette Frederiksen varð eisini spurd, um nakað skrivligt grundarlag var fyri avgerðina at steingja partar av danska samfelagnum. 

– Heldur Fólkatingið veruliga, at nakað skrivligt grundarlag var? Um vit skuldu havt eitt skrivligt grundarlag, so høvdu vit verið ov sein. Vit tóku avgerðina ein dag, har eg møtti til arbeiðis í Statsministeriinum óvitandi um, at eg skuldi taka avgerðina, segði hon og legði aftrat. 

– Tað tekur langa tíð at gera eitt skrivligt grundarlag. Eitt skrivligt grundarlag finst ikki, tí tað var tað ikki tíð til, segði forsætisráðharrin. 

Hóast talan var um eina politiska avgerð, so ráðførdi stjórnin seg við fleiri stovnar. Teirra millum Ríkisløgregluna, Statens Serum Institut og NOST, Den nationale operative stab.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265