Framleiðslan hjá Landsverki effektiviserast

Framleiðslan hjá Landsverki effektiviserast
Landsverk mælir til at gera nýggja roknskaparliga uppseting fyri raksturin hjá Landsverki í fíggjarlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2020 - 06:12

Uppsetingin skal gerast saman við Fíggjarmálaráðnum. Og ríkisgóðkendur grannskoðari verður biðin um at gera leist fyri eina innanhýsis grannskoðan í Landsverki. 

Í apríl í ár arbeiddu 154 fólk hjá Landsverki. Átta fólk hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn og fráfaringaravtalur verða gjørdar við fýra fólk, sum fara frá av nátúrligum ávum. 

 >> SÍ EISINI Landsverk sigur átta fólkum úr starvi

Hesi 12 fólkini arbeiða øll í skrivstovuni í Havn. Landsverk umsitur 477 kilometrar av vegi, 17 vanligar tunlar og tveir undirsjóvartunlar, tvær byrgingar, tríggjar landshavnir og tíggju tyrlupallar.

Í frágreiðingini "Landsverk - avbjóðingar og átøk" stendur, at framleiðslan hjá stovninum er ikki nóg effektiv. Ov nógvar maskinur eru, og virksemið hevur ikki verið nóg væl skipað.

Framleiðslan effektiviserast næstu árini

Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera framleiðsluna við at minka munandi um amboðsparkina, sum fyri ein part er niðurslitin og ótíðarhóskandi. 

Ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot, í Hundsáarbotni, Hústoft og í Porkeri. Men givist verður við at taka grót í Porkeri til asfalt, tí tað fæst nógv bíligari aðrastaðni.

Profittmaksimering av framleiðsluni er endamálið, so støða kann takast til um fýra ár, um virksemið skal seljast, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233