Eggið hjá kvinnum dámar betur ávísar sáðkyknur

Eggið hjá kvinnum dámar betur ávísar sáðkyknur
Nýggj gransking vísir, at eggið fer málrættað eftir ávísum sáðkyknum, og tað er tí ikki vist, um eggið fer eftir sáðkyknunum hjá makanum
 
13.06.2020 - 11:57

Eggið hjá kvinnum dámar betur ávísar sáðkyknur enn aðrar. Tað vísir nýggj gransking. Tað kann vera ein av orsøkunum til, at summi pør eru barnleys. 

Sáðið fer upp í lívmóðrina fyri at náa eggið í eggjaleiðaranum. Sáðkyknurnar kappast, har eru milliónir av teimum, men bara ein kann gita eggið. 

Men, meðan tað vanliga eru sáðkyknurnar, sum verða lýstar sum virknar í tilgongdini at gita eggið, meðan eggið bara bíðar, so vísir nýggj gransking, at eggið er virkið í at velja sáðkyknur burturúr. 

Granskingin vísir, at eggið fer málrættað eftir ávísum sáðkyknum. Og tað er tí ikki vist, um eggið fer eftir sáðkyknunum hjá makanum.

Tað sigur John Fitzpatrick, adjunktur á universitetinum í Stockholm, sum er ein teirra, sum hava gjørt kanningina. 

- Tað kom óvart á okkum. Higartil hava fertilitetsgranskarar hildið, at eggið ikki velur sær maka, sigur hann. 

Danski fertilitetslæknin, Peter Humaidan, sigur kanningina vera sera áhugaverda, og at henda vitanin kann vera ein frágreiðing til barnloysið hjá summum pørum. 

Eggið gevur tekin fyri, at sáðkyknurnar finna vegin fram. Hóast sáðkyknurnar bert ferðast 12 cm fyri at náa eggið, so er ikki lætt hjá teimum at finna eggið. 

Tí sendir eggið molekylur, sum hjálpir sáðkyknunum at finna vegin fram. Og har hava nakrar sáðkyknur framíhjárætt, sambært nýggju granskingini. 

Sáðið hjá ymiskum monnum reagerar ymiskt upp á signalevni, sum eggið gevur frá sær undir eggloysn.

- Tað vísti seg, at eggið hjá einari kvinnu dróg sáð hjá nøkrum monnum at sær, meðan eggið hjá einari aðrari kvinnu dugdi betur at draga sáð frá øðrum monnum at sær, sigur John Fitzpatrick. 

Um sáð frá fleiri monnum er tøkt hjá egginum, kann eggið sostatt gera sítt fyri at velja tað sáðið, sum tí dámar betur genetiskt.

Hvørjar sáðkyknur eggið heldur vil hava, hongur ikki saman við, hvør makin hjá kvinnuni er. 

Hjá umleið einum triðingi av pørum, sum fáa fertilitetsviðgerð, ber ikki til at greiða frá, hví tey eru barnleys. 

Tað merkir ikki, at tey ikki kunnu fáa børn við viðgerð, men tey leita ofta eftir einari frágreiðing, og nýggja vitanin kann vera ein av orsøkunum til, at tað er so. 


Granskingin kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521