Sum á ólavsøku í nátt

Sum á ólavsøku í nátt
Tað var sum á ólavsøku bæði í Havn og í sambandi við eystanstevnuna, sigur løgreglan í dag
 
14.06.2020 - 12:20

Sera nógv fólk vóru í býnum í nátt og hugnaðu sær í góðveðrinum, sigur løgreglan. Á løgreglustøðini siga tey, at tað var sum á ólavsøku bæði í Havn og í samband við eystanstevnuna.

Sambært løgregluni varð einki atlit tikið at frástøðu, og tað vóru sera nógv fólk bæði innan fyri og uttan fyri skeinkistøðini.

Skeinkistøðini í Havn hava gjørt sínámillum avtalu um at hava opið til klokkan tvey.  Hendan avtalan varð hildin sigur løgreglan, og tveir tímar seinni var býurin tómur.

Øðrvísi var á Skálafjørðinum, har skeinkistøðini valdu at hava opið sum vanligt, tað er til klokkan fýra. Úrslitið av hesum var, at fólk vóru munandi meira ávirkað og gingu og mólu til langt út á morgunin, sigur løgreglan.

Har mátti løgreglan eisini forða fyri at fólk fóru til hendurs. Almennu tilmælini siga, at skeinkistøðini skulu lata aftur klokkan 10. Men av tí at hetta bert eru tilmæli fær løgreglan ikki gjørt nakað við, at skeinkistøðini síggja burtur frá tilmælunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740