Kostar fýra milliónir at kanna ferðafólk

bannari
Kostar fýra milliónir at kanna ferðafólk
Mett verður, at umleið 5.000 fólk koma til Føroya um vikuna
Mett verður, at 5.000 fólk koma til Føroya um vikuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2020 - 14:52

Tað verður mett at kosta 4 milliónir krónur at kanna øll, sum ferðast til Føroya í tvær vikur.

Tann 27. juni verður latið upp fyri munandi fleiri londum í Evropa, og tað hevur við sær, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast.

Frá leygardegnum 27. juni til og við fríggjadagin 10. juli verður tað ókeypis at lata seg kanna, tá ið tú kemur til Føroya.

Ein meting er, at umleið 5.000 fólk koma til Føroya um vikuna.

Mæla til at játta pengarnar

Og tað fer at kosta 4 milliónir krónur, skrivar fíggjarnevndin í áliti um eykajáttanarlóg fyri juni.

Fíggjarnevndin mælir løgtinginum til at játta pengarnar.

Børn yngri enn 12 ár sleppa undan at lata seg kanna.

Eftir 10. juli skulu ferðafólk sjálvi rinda 390 krónur fyri kanningina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804