Ísland: Ferðafólkatalið sum í 1961

bannari
Ísland: Ferðafólkatalið sum í 1961
Í apríl komu bara 924 útlendsk ferðafólk til landið. Somu tíð í fjør var talið 120 - 150.000
Stígur er í íslendsku ferðavinnuni, vísa tøl frá vinnuni
 
26.06.2020 - 10:57

Tey 924 ferðafólkini eru sostatt bara gott hálvt prosent av tí, sum tað plagar at vera. Sambært upplýsingum frá íslendska ferðaráðnum, koma vanliga umleið seks prosent av ferðafólkunum í apríl.

Við at rokna hesi seks prosentini, so tað svarar til samlaða talið, er neyðugt at fara 60 ár aftur í tíðina til 1961 fyri at finna færri ferðafólk í Íslandi í apríl.

Tó eru ongar upplýsingar um, hvønn mánað ferðafólkini komu til landið tá. Fram til 2002 varð bara skrásett, hvussu nógv útlendsk ferðafólk komu til landið, men ikki hvønn mánað.

Lítil vøkstur í mai

Koronufarsóttin og tilmælini hava av álvara skert ferðavinnuna. Í februar í ár komu 133.000 útlendsk ferðafólk til Íslands, og fyrru helvt í mars 64.000 ferðafólk, men í seinnu helvt í mars komu sløk 16.000.

Í apríl minkaði ferðafólkatalið í Íslandi munandi og var 924. Í mai vaks tað aftur; tá komu 1.035 ferðafólk.

Heldur henda gongdin fram, fer samanberingin við 1961 at halda fram. Tað árið komu tilsamans 13.500 útlendsk ferðafólk til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634