Koppseting til fólk roynast

bannari
Koppseting til fólk roynast
300 fólk í Bretlandi skulu í næstu viku royna eitt møguligt koppingarevni ímóti koronusmittuni
 
26.06.2020 - 13:59

Higartil er koppsetingin roynd á djór, og royndirnar vísa, at koppsetingin er trygg, og kann fyribyrgja koronusmittuna, skrivar BBC.

300 bretar hava bjóðað sær at royna koppsetingina. Gongst alt sum ætlað, fer eitt størri kanningararbeiði í gongd í oktober, tá 6.000 fólk skulu royna koppsetingina.

Framleiðarnir vóna, at koppsetingin verður klár tíðliga í 2021.

 Eydnast koppsetingin, fer hon at kollvelta mátan, vit verja okkum móti líknandi sjúkum í framtíðini, sigur Robin Shattock, professari, sum er leiðari á verkætlanini.

Koppsetingin verður framleidd á Imperial College London, og er ein av mongum royndum kring heimin at framleiða eina koppseting móti koronusmittuni. Í løtuni eru umleið 120 koppsetingarverkætlanir í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597