Sjúka staðfest: Mugu taka 750.000 laksar

Sjúka staðfest: Mugu taka 750.000 laksar
Alifyritøkan Salaks í Søreisa kommunu í Noregi noyðist at taka 750.000 laksar eftir at álvarslig og smittandi sjúka er staðfest har
ILA-sjúkan er staðfest í einum alibrúki í Søreis í Noregi. Myndin hevur ikki samband við málið
Mynd: Savnsmynd  
 
29.06.2020 - 08:44

Talan er um álvarsligu virussjúkuna, Infektiøs Laksa-anemi - stytt ILA - sum er staðfest hjá Salaks í Bjørga í Solbergfjørðinum, og norska Matvørueftirlitið hevur givið boð um, at allur laksurin har skal takast.

Tað skrivar Folkebladet.

Tað eru ikki vit, sum vilja taka allan laksin, men tað eru harraboð, sigur dagligi leiðarin í Salaks, Odd Bekkeli, við blaðið. 

Sambært honum, er talan um umleið 750.000 laksar, sum viga umleið eitt kilo hvør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303