115 milliónir útgoldnar eftir hjálparpakka eitt

bannari
115 milliónir útgoldnar eftir hjálparpakka eitt
Tilsamans 8.400 fólk fingu útgoldið pening við hjálparpakkanum
 
01.07.2020 - 16:43

Arbeiðsloysisskipanin rindaði 8.400 fólkum umleið 115 milliónir krónur í lønarískoyti eftir hjálparpakka 1.

ALS bar kostnaðin av hjálparpakkanum til 30. juni. Skipanin heldur fram til 31. august og landið rindar pengarnar fyri teir báðar seinnu mánaðirnar.

ALS hevði metár í fjør, og avlopið var 200 milliónir krónur, sum er tað besta úrslitið síðani skipanin varð stovnað í 1992.

Inngjøldini settu met í 2019

Samlaðu inngjøldini settu aftur met í fjør. Tey vóru samanlagt 245,2 milliónir krónur. Samlaðu útgjøldini vóru 20 milliónir krónur lægri enn árið fyri.

Tey vóru 51,2 milliónir krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2008. Ársúrslitið í 2019 var eitt avlop uppá 199,7 milliónir krónur, sum er 68,4 milliónir krónur meiri enn í 2018.

Við árslok var eginognin 911 milliónir krónur krónur, sum er tað mesta í søguni hjá ALS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949