Arbeiðsloysið veksur í ES

bannari
Arbeiðsloysið veksur í ES
Arbeiðsloysið í ES-londunum vaks við meira enn 250.000 fólkum í mai
Fleiri fólk í ES-londunum eru arbeiðsleys av koronu. Í Spania stendur illa til
 
03.07.2020 - 07:57

Koronakreppan økir nú um arbeiðsloysið í Europa. Sambært europeisku hagstovuni, Eurostat, vaks arbeiðsloysið við 253.000 fólkum í mai.

Tað svarar til 6,7 prosent. Ringast stødd eru fólk í Spania, Grikkalandi og á Kypros. Frægast stendur til í Kekkia, Póllandi og Hollandi.

Í Danmark er arbeiðsloysið um fimm prosent, nakað lægri enn í hinum ES-londunum.

Samlaða arbeiðsloysið 14,4 milliónir

Hóast arbeiðsloysið veksur, so er støðan ikki so ring sum hon var undir fíggjarkreppuni, tá arbeiðsloysið kom upp í 11 prosent í 2011 og í 2012.

Orsøkin til, at gongdin ikki er so ógvuslig nú, er, at flestu londini hava játtað hjálparpakkar, so virkir og fyritøkur kunnu halda fram at virka.

Uppgerðin hjá Eurostat vísir, at 14,4 milliónir fólk í ES-londunum ikki hava arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV