Bretland vrakar (eisini) Huawei

Bretland vrakar (eisini) Huawei
Televeitarar í Bretlandi sleppa ikki at keypa 5G-útgerð frá kinesisku fyritøkuni aftaná nýggjár
 
14.07.2020 - 14:47

Veitarar skulu eisini í seinasta lagi í 2027 hava tikið burtur Huawai-útgerð frá sínum neti, skrivar BBC. Tað boðar bretski ráðharrin í talgildingarmálum, Oliver Dowden, frá í dag.

– Hetta var torfør avgerð at taka, men hon er tann rætta fyri bretskar televeitarar, fyri landsins trygd og fyri okkara búskap, bæði nú og ikki minst frameftir, segði Oliver Dowden.

Talsfólk fyri Huawai sigur, sambært BBC, at tey eru vónbrotin um avgerðina hjá Bretlandi; at tað eru keðilig tíðindi fyri øll, sum hava fartelefon í Bretlandi, og hótti við at afturútsigla Bretland á talgilda økinum, hækka prísirnar og víðka talgildu gjónna.

Stór mótstøða er eisini móti Huawei í USA, sum hevur sagt, at kinesiski televeitarin hóttir innanlands trygdina, men hesum vísur Huawei aftur. USA fer eisini at sýta Huawai atgongd til 5G-netið, og Týskland fer væntandi seinni í ár at taka støðu til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096