ES-leiðarar umrøða koronustøðuna

bannari
ES-leiðarar umrøða koronustøðuna
Evropeiska ráðið hevur skotið upp, at fíggjarkarmurin verður 8.000 milliardir krónur næstu sjey árini
 
17.07.2020 - 08:54

Nú klokkan níggju í morgun okkara tíð hittast stjórnarleiðararnir í ES fyri fyrstu ferð síðani koronakreppuna á topfundi í Brúsell.

Stjórnarleiðararnir hava tvey samdøgur til at semjast um fíggjarkarmarnar hjá ES fyri næstu sjey árini. Harumframt skulu teir semjast um ein hjálparpakka ella endurreisingarætlan fyri evropeiska búskapin.

Fíggjarkarmurin 8.000 milliardir

Evropeiska ráðið hevur skotið upp, at fíggjarkarmurin verður 8.000 milliardir krónur næstu sjey árini. Hetta er væl meira enn núverandi fíggjarkarmur, hóast ES nú telur eitt land færri, eftir at Bretland fór úr ES.

Harumframt hevur skjýtur evopeiska ráðið upp, at tað verður gjørdur ein endurreisingargrunnnur fyri tey øki og vinnugreinar í Evropa, ið vórðu harðast rakt av koronnukreppuni.

Sambært uppskotinum skulu londini seta 5.600 milliardir krónur í grunnin. Av hesum skulu 3.750 milliardir krónur latast sum stuðul, ið ikki verður goldin aftur, og so skal restin - 1.850 milliardir krónur, veitast sum lán.

Danmark rindar 20 milliardir árliga

Sambært Danmarks Radio er danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, farin til Brússel á topfund við einum ynski um, at fíggjarkarmurin skal vera knappar 200 milliardir krónur lægri næstu sjey árini.

Harumframt skal øll upphæddin til endurreisingargrunnin latast sum lán, ið verður rindað aftur. Danmark rindar í dag umleið 20 milliardir krónur árliga til ES.

Svøríki, Niðurlond og Eysturríki eru eisini lond, ið halda, at ansast skal væl eftir, at fíggjarkarmurin hjá ES ikki veksur ov nógv og at limalondini ikki skulu rinda meira til ES kervið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563