Russar órógva bretsk val

Russar órógva bretsk val
Bretland er millum fremstu russisku málini í vesturheiminum, og russisk ávirkan í Bretlandi er nú gerandisdagur
 
21.07.2020 - 15:26

Tað sigur ein frágreiðing frá fregnar- og trygdarnevndini, sum júst er almannakunngjørd. Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Frágreiðingin, sum hevur verið á veg leingi, skuldsetir fleiri av seinastu stjórnunum í Bretlandi fyri at taka ímóti russisku oligarkunum við opnum ørmum, og fyri at gera ov lítið fyri at steðga russiskari ávirkan í Bretlandi.

Nevndin finst eisini at stjórnini fyri at hava seinkað kunngerðini av frágreiðingini. Teim skuldsetingunum hevur stjórnin fyrr víst aftur.

Nógv evni nevnd í frágreiðingini

Á tíðindafundi, har frágreiðingin varð løgd fram, fanst ein av limunum í nevndini, Kevan Jones, hvassliga at forsætisráðharranum, Boris Johnson, tí hann ikki hevur góðkent frágreiðingina fyrr.

Frágreiðingin fevnir um nógv evni, millum annað falsupplýsingarherferðir og russar í útlegd í Bretlandi. Stórur partur av frágreiðingini verður ikki almenn, tí ótti er fyri, at Russland kann nýta prógvini at hótta Bretland við.

Frágreiðingin staðfestir, at Bretland er eitt mál fyri russiskum falsupplýsingarherferðum, serliga undan valum, men sigur, at eingin vil gera nakað við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096