Løgreglan keddi seg ikki ólavsøkuaftan

Løgreglan keddi seg ikki ólavsøkuaftan
Nakað av fólki var í miðbýnum í nátt, men ikki so nógv sum vanliga sæst á ólavsøku, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn
Kelda: Savnsmynd
 
29.07.2020 - 11:53

Við jøvnum millumbili var boð eftir løgregluni á nátt. Løgreglufólk tóku sær av fleiri fullum og avdotnum fólkum í býnum. Eisini var onkur farin til hendurs, men tað var loyst á friðarligan hátt. Samarittarnir hava hjálpt nógv til, og tað hevur lætt um uppgávurnar hjá løgregluni.

Ein fullur maður er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, tí hann ikki vildi siga navn sítt í samband við spurningar frá løgregluni.

Illgruni var eisini um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður, antin av alkoholi, medisini ella rúsevnum. Persónurin varð handtikin, og løgreglan bíðar nú eftir svari frá blóðroyndini.

Løgreglan hevur somuleiðis verið nógv til staðar í býarlívunum í nátt fyri at forða fyri ov stórum mannamúgvum. Tað var tó ikki so nógv, ið løgreglan kundi gera, annað enn at minna fólk á tilmælini um frástøðu. Tað kann vera avbjóðandi at halda tilmælini undir vanligum umstøðum, verri verður tá fólk hava fingið alkohol niðurum, sigur løgreglan.

Nakað av fólki var eisini á ólavsøku í Suðuroy. Politið vitjaði á fleiri skeinkistøðum, men har var gott skil, sigur Tina Jakobsen, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592