Tjóðleikhúsið boðið út

Tjóðleikhúsið boðið út
Fyrst í næsta mánað verður boðið til arkitektakapping um tjóðleikhúsið
Tríggjar milliónir eru í fíggjarlógini til tjóðleikhús í 2020. Á myndini úr leikinum Veitslan, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum í 2018
 
04.08.2020 - 09:34

Tjóðleikhúsið skal vera í Havn, men tað er als ikki vist, at tað verður á Skálatrøð. Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, í løgtinginum í gjár.

Tríggjar milliónir krónur eru í fíggjarlógini í ár til tjóðleikhús. Tjóðleikhúsið hevur verið leingi á veg.

Í fíggjarlógini fyri 2011 vóru fimm milliónir til tjóðleikhúsið. Uppskot um byggiskrá var liðugt við árslok 2017 og dagført í november 2018.

Óbrúkt játtan flutt

Í 2018 vórðu játtaðar tríggjar milliónir afturat. Óbrúkt játtan, 7,1 millión, varð síðani flutt til 2019.

Í ár er óbrúkta játtanin dottin burtur, men nýggj játtan, sum er tríggjar milliónir krónur er komin í fíggjarlógina.

Ætlanin er, at verkætlanin partvíst skal fíggjast við uttanhýsis fígging. Í tí sambandi má lógaruppskot um at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús leggjast fyri løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655