- Heita á fólk um at hava børnini heima

bannari
- Heita á fólk um at hava børnini heima
Nú verður mælt til, at børnini í Havn vera heima hesa vikuna.
 
05.08.2020 - 16:56

At korona aftur er staðfest í samfelagnum hevur gjørt, at Tórshavnar Kommuna hevur tikið støðu til at heita á øll foreldur, um at ikki koyra børnini á dagstovn í morgin. 

 

- Fyri ar binda um heilan fingur vilja vit heita á øll foreldur at hava síni børn heima í morgin og fríggjadagin, um tað ber til. Hesir fýra dagarnir geva okkum tíð til at síggja, hvussu støðan broytist komandi tíðina, og hvat so skal gerast, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. 

 

Tórshavnar Kommuna ætlar sær eisini at kanna fleiri starvsfólk á dagstovnaøkinum, fyri at tryggja sær, at sjúka ikki verður borin inn ella út av dagstovnaøkinum. 

 

- Vit hava ikki varugan av, at tað er sjúka á dagstovnaøkinum, men vit vilja binda um heilan fingur, sigur borgarstjórin. 

 

- Stovnarnir hava tó opið í morgin, hóast vit heita á foreldur at hava børnini heima. So mugu vit vita, hvussu støðan er, tá vit koma fram til vikuskiftið og um vit tá mugu stongja stovnarnar, sigur Annika Olsen. 

 

Á eldraøkinunm er støðan ein onnur, tí har eru starvsfólk kannað meira javnan, tí tað er júst fólk á eldraøkinum, sum eru mest útsett, tá ið umræður koronasmittuna. Tó verða uttan iva eisini avmarkingar á eldraøkinum í øllum landinum, og tann kunningin kemur seinni, segði Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, í eyka tíðindasendingini hjá sjónvarpinum fyrr í dag. Tann sendingin kann síggjast her: https://kvf.fo/dv?sid=111992

 

Til ber at hoyra eina longri samrøðu við Anniku Olsen um dagstovnaøkið í tíðindasendingini klokkan 17.00 og 18.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155