Ein umsókn til sjey størv

Ein umsókn til sjey størv
Lítil áhugi var fyri at søkja leysu kommunulæknastørvini
 
08.08.2020 - 18:31

Heilsutrygd hevur einans fingið eina umsókn til tey sjey kommunulæknastørvini, ið stovnurin lýsti leys fyrr í summar. 

Talan er um ein føroying, ið hevur søkt leysa starvið sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi. Tað er kommunulæknaviðtalan í Berjabrekku, ið manglar ein fastan kommunulækna. 

Heilsutrygd upplýsir, at umsøkjarin ikki er í nøkrum føstum kommunulæknastarvi frammanundan. 

Eingin umsókn var til størvini sum kommunulækni í Norðoya, Suðuroyar, Skálafjarðar og Vága læknadømi. 

Miðað verður eftir, at seta starvið skjótast til ber.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444