Olaf Johannessen ársins leikari

Olaf Johannessen ársins leikari
Sjónleikarin hevur aftur vunnið heiðurin sum besti mannligi høvðusleikari í Danmark
Olaf Johannessen spælir annar tvíburin í leikinum, Det store stilehæfte. Jens Albinus spælir hin
 
11.08.2020 - 07:14

Sjónleikarin, Olaf Johannessen, vann fyri tveir leiklutir í leikárinum 2019-2020. Tað kunnger CPHCulture.

Hann spældi Cyrano de Bergerac á Kongliga leikhúsinum í Keypmannahavn, og hann var við í leikinum Det store stilehæfte á Husets teater. Olaf spælir annar tvíburin í Det store stilehæfte.

Jens Albinus, sum spælir hin tvíburin, hevur eisini skrivað leikin eftir skaldsøguni hjá Agota Kristof. Marita S. Dalsgaard var sjálv onnur ráðgevandi leikstjóri.

Olaf Johannessen og Jens Albinus eru innstillaðir til ársins Reumert, størstu donsku leiklistarvirðislønina, og leikurin er eisini innstillaður til Reumert-virðislønina, boðar Leikhús Skift frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793