- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark: Krav at brúka masku í almennum flutningi

Donsku heilsumyndugleikarnir hava seinastu tíðina mælt til, at fólk eru í masku, tá tey ferðast við almennum bussi, metro ella toki. Serliga, tá ið nógv fólk eru við.
Frá leygardegnum 22. august verður tað krav. Og ikki bert í meldurtíðini, men alt samdøgrið. Tað fevnir um bussar, tok, metro, skip og hýruvognar.
Søren Riis Paludan, professari í virusfrøði, sigur við DR, at tað kann vera sera munagott, í hvørt fall um fleiri smittað eru umborð.
- Um ein smittaður persónur er í masku, so er ósannlíkt, at hann smittar onnur, sigur hann.
Øll, sum eru eldri enn 12 ár, skulu vera í masku. Er ein ikki í masku, verður ein biðin um at fara úr flutningstólinum. Um tað er neyðugt, verður politiið kallað inn.
Fólk, sum hava trupulleikar at anda ella eru kropsliga ella sálarliga veik, eru undantikin.
Barnakonur skulu ikki vera í masku. Og ein kann fara úr maskuni, um ein skal eta, drekka ella taka heilivág.
Fleiri og fleiri lond krevja, at borgarar skulu vera í masku í almenna rúminum, til dømis tá tey nýta almennan flutning, ella tá nógv fólk eru savnað.




























