- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump umhugsar at náða Snowden

Forsetin í USA, Donald Trump, segði í einari samrøðu við the New York Post, at fleiri halda, at Snowden hevur fingið órættvísa viðferð.
- Hesum fari eg at hyggja nærri at, segði hann, og legði afturat, at hann umhugsaði at vísa honum náði.
Amerikanskir myndugleikar hava í fleiri ár viljað havt Snowden aftur til USA, so hann kann koma fyri rættin.
Snowden er ákærdur fyri njósnaravirksemi og at avdúka loyniliga vitan í 2013.
Snowden avdúkaði nógvar loyniligar fílur, har tað sást, at NSA hevði eftirlit við fólki í USA og kring heimin. Hann flýggjaði úr USA og fekk friðskjól í Russlandi.
Sakførarin hjá Snowden, Anatoly Kucherena, sigur, at USA skal ikki bert vísa honum náði, men sleppa øllum ákærum, tí hann hevur einki ólógligt gjørt.
- Hann gjørdi ikki bert tað, sum var best fyri amerikanarar, men best fyri øll menniskju, segði Kucherena.
Trump ætlar sær at kanna málið, men hann hevur ikki altíð havt somu sannføring. Stutt eftir hendingina í 2013, segði Trump, at Snowden var ein njósnari, sum skuldi verðið dripin. Tað skrivar Reuters.


























