Juan Carlos er í Emiratunum

Juan Carlos er í Emiratunum
Fyrrverandi kongurin flýddi úr Spania 3. august. Hann er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 600 mió. kr. í mutri
Juan Carlos, fyrrverandi kongur í Spania, er flýddur til Emiratini
 
17.08.2020 - 17:30

Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, er í Sameindu Arabisku Emiratunum. Tað upplýsir ein talsmaður kongshúsið, sambært Reuters.

Hann fór úr Spania 3. august, og er í Emiratunum.

Juan Carlos er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 600 milliónum kr. í mutri frá Saudiarabia.

Flýddi av landinum 

Myndugleikarnir í Spania hava gjørt av at kanna málið, og tá rýmdi kongurin.

Nú er nógv orðaskifti í Spania um leiklutin hjá kongshúsinum, og um kongshúsið eigur at verða tikið av.

Tað var Franco, generalur og einaræðisharri, sum sat við valdinum í Spania í nógv ár, ið tilnevndi Juan Carlos kong.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483