Barbara vann FM í tvíspor

Barbara vann FM í tvíspor
Barbara Chaparro vann um vikuskiftið føroyameistaraheitið í tvíspor í Marknagili
 
30.08.2020 - 10:19

Hetta merkir at Barbara Chaparro kemur at ganga fremst, tá ólavsøkan 2021 verður sett, stendur í tíðindaskrivi. 

Talan var um eina reina FM finalu í tvíspor. Aftaná eina laka byrjan uppá kappingarárið við Leynavatn, hevði Svanna, ryssan hjá Hans Paula Poulsen, tikið seg nógv framm, og á degnum stóð hon saman við Barbaru Chaparro, við møguleikanum, sjálv at kunna avgera Føoyameistaraheitið. 

Hálvt sekund á muni

Anna Magnusen stóð í hinari startboksini. Rossini byrjaðu eisini bæði væl, men tá tey komu oman móti málinum og áskoðarunum sást, at Svanna hevði hug at leggja seg á odda, tá tey so koma oman á slættan, gjørdi Svanna og Barbara Chaparro bart og tóku avgerðandi fetini sum avgjørdi FM til teirra fyrimun. 

Tíðin hjá Svonnu var 35,87 sek og Freyr hevði 36,23 sek. Hetti merkti, at FM heitið í Tvíspor flutti innan av Lamba og til Havnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713