- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil av reyða listanum hjá Noregi

Á fundinum kunnaði Kaj Leo Holm Johannesen um, at tað er ein trupulleiki hjá føroyingum, sum starvast í Noregi, at Føroyar standa á reyða listanum. Kaj Leo Holm Johannesen vendi sær tí beinleiðis til norska heilsumálaráðharran við eini áheitan um at taka Føroyar av reyða listanum hjá Noregi.
“At Føroyar eru á hesum listanum ger tað óneyðuga tvørligt hjá okkara sjófólki og øðrum føroyingum, sum arbeiða í Noregi” sigur sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Men Føroyar eru framvegis á reyða listanum eftir, at hann varð dagførdur í gjár. Tað skrivar in.fo í dag.
Føroyar komu á tann reyða listan í Noregi tíðliga í august eftir, at fleiri tilburðir av koronu vórðu staðfestir. Tað merkir, at føroyingar, sum fara til Noregs, skulu í sóttarhald í tíggju dagar, og samstundis mælir uttanríkisráðið í Noregi, norðmonnum frá at fara til Føroyar uttan í heilt serligum ørindum.
Síðani er talið av smittutilburðum í Føroyum minkað aftur munandi, men enn eru Føroyar ikki tiknar av listanum aftur, skrivar in.fo í dag.
Í løtunu er smittan staðfest hjá 34 fólkum í Føroyum, men 29 av teimum eru útlendsk sjófólk.


























