Strandingar hava keypt Østerfjord

Strandingar hava keypt Østerfjord
Línuskipið, sum er keypt úr Noregi, kemur í flotan síðst í oktober
Østerfjord kemur í flotan fyri Kamb, sum er seldur til Vestmanna
Mynd: shipspotting.com  
 
15.09.2020 - 13:08

Felagið  M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord. Skipið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna.

Tað skivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook.

Østerfjord er bygdur í 1998. Hann er 46 metrar langur og 11 metrar breiður, og tekur 320 tons. 

Skipið hevur dragibrunn, sum merkir, at teir draga línuna upp gjøgnum skipið.

Frammanundan er tað bara eitt línuskip í landinum, sum hevur dragibrunn, og tað er Klakkur, sum eisini er keyptur úr Noregi. Klakkur kom til Føroya 9. januar.

Tað eru fleiri fyrimunir við dragibrunni, og Klakkur hevur fiskað væl, síðani hann kom í flotan.

Í góðum standi

Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sum eisini eigur í felagnum M&S Strendur, sigur við facebooksíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Østerfjord er í góðum standi, men at nakrar fáar umvælingar skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap. 

Nýggi Kambur kemur til Føroya síðst í oktober. 

Hóast nýggja skipið er 22 ára gamalt, er tað 11 ár yngri enn verandi Kambur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595