Føroyar farnar trý pláss upp

Føroyar farnar trý pláss upp
Sigrarnir á Malta og Andorra gera, at vit nú eru nummar 107 á styrkilistanum hjá FIFA
Brandur Hendriksson Olsen skeyt avgerandi málið í dystinum móti Malta á Tórsvølli. Føroyar vunnu 3-2
 
17.09.2020 - 15:31

Føroyska manslandsliðið í fótbólti er nummar 107 á nýggjasta FIFA-styrkilistanum, sum varð almannakunngjørdur í dag. 

Sostatt eru Føroyar farnar trý pláss upp, síðani listin seinast varð dagførdur. 

Tað er í kjalarvørrinum av sigrunum á Malta og Andorra, at Føroyar flyta longur upp á listan.

Mótstøðuliðini hjá Føroyum í UEFA Nations League kappingini liggja væl niðari á listanum. Lettland og Andorra er jøvn á 137. plássi, og Malta er nummar 186.

Belgia er nummar eitt á styrkislistanum, undan Fraklandi á øðrum plássi og Brasil á triðja plássi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244