Tríggir nýggir tilburðir

Tríggir nýggir tilburðir
Øll trý eru partur av somu smittuketu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2020 - 16:50

Tríggir, nýggir smittutilburðir av koronasmittuni vórðu staðfestir í gjár. 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, skrivar corona.fo

Tey smittaðu eru avbyrgd, og ein nágreinilig smittusporing er byrjað.

Tilsamans hava nú 434 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650