Norðborg farin til fiskiskap

Norðborg farin til fiskiskap
Skipið fekk maskinskaða 20. juni, men nú er motorurin skiftur
Norðborg hevur skift motor, og er nú á veg til fiskiskap
 
24.09.2020 - 11:25

Tríggjar mánaðir eftir, at Norðborg fekk maskinskaða, hevur skipið fingið nýggjan motor, og er nú á veg til fiskiskap.

Norðborg var royndartúr í gjár, og fór úr Fuglafirði, har sum skipið bunkraði, í morgun.

Norðborg fer at fiska sild.

Norðborg fekk maskinskaða eystur úr Føroyum 20.juni.

Skaðin var so stórur, at neyðugt varð at skifta motorin.

Tað arbeiðið er gjørt í Norðhavnini í Klaksvík. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375