Meira enn ein millión deyð av koronu

Meira enn ein millión deyð av koronu
Í USA, sum er meinast rakt av farsóttini, eru umleið 210.000 fólk deyð
Koronusmittan breiðir seg nú aftur í fleiri evropeiskum londum, men fleiri kanningar verða eisini gjørdar nú, og tað ávirkar smittutalið
 
28.09.2020 - 16:25

Í gjár fór talið av deyðum í sambandi við korona-umfarssóttina upp um eina millión.

Tað sæst á heimasíðuni Worldometers.info, sum fylgir við sjúkutilburðunum kring heimin.

Meir enn 33 milliónir smittutilburðir eru staðfestir kring heimin, og av teimum eru 24,5 milliónir staðfest frísk aftur.

USA er meinast rakt av koronusjúkuni. Í USA eru nærum 210.000 fólk deyð av koronu. Í Brasil eru meir enn 141.000, og í India er talið av deyðum í sambandi við koronusjúkuna nú farið upp um 95.000 fólk.

Sjúkan breiðir seg aftur

Seinastu dagarnar er sjúkan aftur farin at gera meira um seg í fleiri evropeiskum londum, eitt nú Fraklandi, Bretlandi, Russlandi og Spania.

Bæði í Fraklandi og Bretlandi hevur talið av nýggjum tilburðum sett met. Havast skal tó í huga, at nógv fleiri royndir verða nú, og tað hevur eisini ávirkan á samlaða smittutalið.

Glottar eru kortini at hóma, tí í flestu londum sær sonevnda smittukurvan flatari út nú, enn hon hevur gjørt. Og eftir øllum at døma rakar sjúkan heldur ikki so meint, sum hon hevur gjørt.

Hóast einki veruligt koppingarevni er komið á marknaðin enn, hava ymisk sløg av heilivági víst seg at linna og hjálpa upp á sjúkuna, og læknar vita eisini betur, hvørja viðgerð teir sjúkastu sjúklingarnir skulu fáa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Hósdag 26. februar
Eitt korter við jazzi
204875
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816