Vil hava danir at byggja nýtt fongsul í Føroyum

Vil hava danir at byggja nýtt fongsul í Føroyum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur hitt danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur havt fund við Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, um fongsulsviðurskiftini í Føroyum
 
29.09.2020 - 16:08

Skulu umstøðurnar í Føroyum verða á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum, er neyðugt við einum nýggjum fongsli í Føroyum.

Tað var boðskapurin hjá løgmanni, sum hevur havt fund danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup.

Umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har, sigur løgmaður í tíðindaskrivi.

Varðhald og fongsul hvør sær

Á fundinum við løgmálaráðharran vísti Bárður á Steig Nielsen eisini á, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg og fongsul fyri seg. Eisini er neyðugt at taka stig til, at tey, ið fáa dóm longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, og at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu vera hvør sær.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at danski løgmálaráðharrin ásannaði, at tørvur er á at kanna nærri, hvussu bøtast skal um fongsulsumstøðurnar í Føroyum.

Løgmaður og danski løgmálaráðharrin avráddu eisini, at føroysk og donsk embætisfólk skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928