- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona á Fólkatingi
Korona á Fólkatingi
Koronusmittan hevur eisini gjørt sína innrás í danska Fólkatinginum.

Kelda: TV2
03.10.2020 - 13:07
Sosialdemokraturin Bjørn Brandenborg er fyrsti fólktingslimurin, sum hevur fingið staðfest koronusmittuna.
Hetta skrivar hann sjálvur á Facebook, sambært heimasíðuni hjá DR.
- Eg havi fingið staðfesti korona. Mikumorgunin merkti eg mild skjúkutekin: snorgron og skríða í hálsinum. Eg tók eingin óráð fyri, so eg fór heim at arbeiða. Nú havi eg so fingið svar uppá mína kanning, og svarið var positivt, skrivar also danski fólkatingslimurin Bjørn Brandenborg á síni facebook síðu.
Bjørn Brandenborg er framsøgufólk í gransking og útbúgving fyri Socialdemokraterne, og so er hann eisini formaður í skattanevndini hjá Fólkatinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























